Heiðursmerki til ungar føroyskar taekwondo-íðkarar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

13.06.2016 - 06:26

Ítróttur > Ítróttur > Annað

Um vikuskiftið hava 100 fólk frá ítróttarfelagnum Hwarang Føroyar verið í Danmark. Í ferðalagnum eru 56 íðkarar í aldrinum 7-14 ár. Harumframt eru venjarar, ferðaleiðarar og foreldur.

Taekwondofelagið Hwarang Føroyar er nýtt ítróttarfelag stovnað um várið 2015. Felagið hevur umleið 80 limir úr Norðoyggjum, Eysturoy og Streymoy. Tey venja í skúlanum í Søldarfirði, og høvuðsvenjari er 11 ára gamli Høgni Kunoy Dávason. 

Hetta er einasta felag av sínum slag í Føroyum, tískil ber ikki til hjá teimum íðkandi at kappast í Føroyum. Felagið samstarvar við danska felagið Hwarang Amager. Leygardagin tóku tey so lut í kappingini Get to Sport í Keypmannahavn.

Umframt føroyska liðið vóru seks donsk feløg og eitt svenskt felag við í kappingini, eini 300 børn tilsamans. Føroysku venjararnir høvdu góðar vónir til tey íðkandi og væntaðu, at tey fóru at vinna heiðursmerki.

Og væl gekk til kappingina í gjár. Hwarang Føroyar vann 4 gull heiðursmerki, 6 silvur heiðursmerki og 11 bronsu heiðursmerki. Harumframt vann ein íðkari steyp fyri serligan stríðshuga, og felagið vann steyp fyri Fair Play. Samanlagt endaði Hwarang Føroyar á einum øðrum plássi til kappingina. So ikki kann sigast annað, enn at tað hevur gingið væl hjá nýggja taekwondofelagnum úr Søldarfirði.

Ferðalagið verður aftur í Føroyum í kvøld.