Heilafelagið: Skeið um seinheilaskaða



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

11.03.2018 - 13:03

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Heilafelagið skipar í hesum døgum fyri skeiði um seinheilaskaða - tveir dagar fyri limum og teirra avvarðandi og ein dag fyri fakfólkum, ið arbeiða við fólki, ið hava fingið seinheilaskaða.

Tað er kendi neurosálarfrøðingurin Grethe Pedersen, ið er serføðingur í neurosálarfrøði og seinheilaskaða. Grethe er kend av mongum føroyingum, ið hava verið innløgd í Danmark eftir slagtilburð ella annan skaða í heilan. Á Vejlefjord arbeiðir Grethe m.a. við at vegleiða og hjálpa teim raktu og teirra avvarðandi víðari í lívinum eftir skaðan og at meistra gerandisdagin av nýggjum. http://grethep.dk/grethe-pedersen- neuropsykolog/

130 fólk verða árliga rakt av slagtilburði í Føroyum, so tørvurin er stórur á vegleiðing, viðgerð, endurvenjing og rehabilitering og m.a. lívlangari taluviðgerð. Tað er viðurkent í øllum Evropa, at avvarðandi eru tann týdningarmesti stuðulin í samband við, at persónur verður raktur av álvarsligari sjúku. Avvarðandi eru eisini neyðugur partur í samstarvinum við tey faklærdu. Avvaraðandi eru ymisk og hava tørv á fjølbroyttum forstáilsi og átøkum og atlit mugu takast til ymiska tørvin.

Skeiðið vendir sær fyrst og fremst til limirnar í Heilafelagnum, eitt nú avvarðandi hjá fólki við seinheilaskaða, foreldur, hjúnarfelagar, syskin, ommur og abbar og aðrar limir við áhuga fyri innihaldinum á skeiðnum. Aldursmarkið er 18 ár.

Á skeiðnum 12. og 13. mars vera hesi evni viðgjørd:

Tær ósjónligu fylgjurnar – slag og tyngd

- Ein ferð kring heilans bygnað og viknað

- Tær ósjónligu fylgjurnar

- Hugskot og vegleiðing

Lær at klára gerandisdagin sum avvarðandi

- Reaktiónir hjá avvarðandi

- At liva við óbehagi og avleiðingum

- Netverkið og týdningur tess

Á skeiðinum 14. mars fyri fakfólk verður komið inn á hesi evni:

- Avvarðandi sæð í einum menningarsálarfrøðiligum sjónarhorni

- Sorgin og týdningur hennara í samstarvinum við avvarðandi

- Vit eru ein partar av nervalagnum hjá hvørjum øðrum – onkuntíð tíverri

- Tá skuldarkensla og skomm saman við øðrum kenslum køva huglagið og samstarvið

– komið verður inn á eitt nú kenslu- og kynslív

- Hugskot til tað góða samstarvið við avvarðandi

Heilafelagið

Felagið fyri apopleksi - og afasirakt

Íslandsvegur 10 c.

FO - 100 Tórshavn

heilaf@olivant.fo

Við hesi skeiðsrøð ynskir Heilafelagið, ið fyllir 20 ár, at varpa ljós á felagið sjálvt og at geva limum og øðrum týdingarmiklum persónum í netverkinum eina góða frálæru og upplýsing um støðuna, ið 130 føroyingar árliga koma í og tær fylgjur, sum flestu teirra koma at liva við restina av lívinum.

Vit vilja við hesum varpa alment ljós á álvarsligu støðuna, sum púra óvart rakar ein breiðan hóp av samfelagsborgarum í øllum aldri, tíverri eisini oftari enn áður, tað yngra ættarliðið.

Slagtilburðir kunnu fyribyrgjast – tað krevur eina virkna og tilvitaða kunning í skúlunum frá heilsuverkinum, og í almenna rúminum.

Heilafelagið