(Mynd: Vágs kommuna)

Heilsumiðstøðin í Vági nýgjørd innan og uttan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

23.05.2018 - 11:10

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Byggivinna

Seinastu árini er Heilsumiðstøðin í Vági nýgjørd bæði innan og uttan. 

Talan er um áhaldandi arbeiði, sum byrjaði í 2013, har Heilsumiðstøðini er dagførd og at kalla nýgjørd bæði innan og uttan, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.

Seinastu dagføringarnar hava fevnt um at klæða eystasta part av Heilsumiðstøðini. Hetta arbeiðið hevur ML-smíð við Mikael í Lágabø staðið fyri og er hetta arbeiðið nú liðugt.

Seinasta árið eru eisini gjørdar víttfevnandi dagføringar innan í eystara parti av Heilsumiðstøðini, har bæði læknahøli, høli hjá kostráðgeva, fotterapiini og hølini hjá heimarøktini og sjúkrarøktarfrøðingunum eru gjørd av nýggjum.

Tað eru Vágs, Sumbiar, Porkeris og Hovs kommuna, sum í felag eiga Heilsumiðstøðina í Vági.