(Mynd: kongshúsið)

Heilsustøða Henriks er versnað – Fríðrikkur á veg heim úr Suðurkorea

Ingi Samuelsen

09.02.2018 - 07:33

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

Henrik prinsur hevur aftur fingið heilsutrupulleikar. Danska kongshúsið sigur í eini fráboðan í morgun, at støða hansara er ”álvarsliga versnað”.

Støðan hjá prinsinum hevur fingið danska krúnprinsin, Fríðrik, til at bróta ferð sína til opympisku leikirnar í Suðurkorea av, og hann er nú á veg heim aftur til Danmarkar.

Henrik prinsur varð lagdur inn á Ríkissjúkrahúsið seinast í januar. Seinni kom fram, at prinsurin varð kannaður m.a. fyri ein knykil í vinstra lunga.

83 ára gamli prinsurin varð eisini innlagdur í summar. Í heyst boðaði kongshúsið frá, at hann hevði demens.

Kongshúsið hevur í løtuni ikki meira at siga um málið, verður sagt.