Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Heilt serstakt fyri meg at umboða KÍ

Agnar Frederiksen

08.03.2018 - 20:44

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Betri deildin hjá monnum verður bríklsað í gongd sunnudagin, og Portalurin fer næstu dagarnar at hava samrøður við leikarar og venjarar frá øllum liðunum.

Hann er 19-ára gamal, men hevur longu spælt 68 dystir í bestu deildini fyri KÍ. Miðvallarin av Brekku í Klaksvík hevur seinastu árini verið fastur partur av Betri-liðnum Í Klaksvík, og seinastu tvey árini hevur hann byrjað inni í so at siga øllum dystunum, har hann hevur verið tøkur. Jákup Biskopstø Andreasen metir, at hann hevur verið ígjøgnum eina góða menning undir Mikkjal Thomassen, og at liðið eisini hevur flutt seg nógv seinastu árini.

- Eg haldi at mín menning seinastu árini hevur verið jalig og góð. Eg havi lært nógv ting, og man hevur roynt at gjørt sítt besta bæði á og uttanfyri vøllin og arbeitt hart fyri sakini hvønn dag. Eg havi havt ein venjara, sum hevur hjálpt mær at menna mítt spæl, og sum hevur víst mær álit frá fyrsta degi.

Eg gjørdist partur av besta liðinum hjá KÍ í 2015, har vit sum lið settu okkum fyri at stabilisera okkum sum eitt oddalið í Føroyum. Eg haldi at KÍ sum felag, hevur verið ígjøgnum eina stóra menning, har vit seinastu árini hava verið í toppinum av føroyskum fótbólti.

Jákup er sonur KÍ-legenduna Jan Andreasen, ið spældi yvir 300 dystir á besta liðinum hjá KÍ frá 1991 til 2009. Verjukempan var við til at vinna tvey FM og Løgmannssteypið tvær ferðir í bláa og hvíta búnanum.

Jákup fekk debut ímóti Skála sum sum bert 16-ára gamal í 2014, og undan 2015 kappingárinum kom hann fast uppí hópin. Síðani hevur hann ment seg sum til at verða ein fastan leikari. Jákup ynskir at verða ein lyklalaleikari, og at gera tað so væl sum møguligt fyri sítt barndómsfelag.

- Tað er torført at sjálvur meta um, hvønn leiklut eg havi á liðnum, men eg strembi eftir at fáa ein týðandi leiklut, og tað er nakað eg arbeiði hart fyri hvønn dag. Tað er nakað heilt serstakt fyri meg at umboða barndómsfelagið KÍ. Tað er serliga stemningurin rundan um KÍ, sum viðhaldsfólkini skapa, sum ger tað so serstakt at spæla fyri KÍ. Tað at KÍ fyllir so nógv her í býnum, ger at man vil gera alt fyri at vinna fyri felagið.

KÍ vann steypakappingina í 2016, og hevur verið sera nær við at vunnið FM seinastu tvey árini. Sambært Jákupi er eingin ivi um, at liðið aftur í ætlar sær at verða heilt har upp. Hóast kappingin er hørð, so nevnir Jákup nøkur ting, sum kanska eru uppskriftin til at fáa fyrsta FM-heitið síðani 1999 í hús.

- Eg haldi at Betri deildin verður sterkari og uppaftur meira spennandi í ár enn farna kappingarár. Tey flestu liðini hava styrkt seg væl og øll kunnu taka stig frá øllum. Eg trúgvi uppá eina meira javna kapping, bæði i toppinum og i botninum. Vit ætla okkum í oddin aftur i ár. Vit eru endaðir nummar 2 tvey ár á rað, og ætla okkum sjálvandi at gera alt fyri røkka fyrsta plássið í ár. Men vit vita, at tað verður hart, tí at tað eru nógv lið um boðið.

Lykilin hjá okkum er altíð fyrst og fremst hart arbeiði. Eisini skulu vit vera taktiskt væl skipaðir, spæla sum eitt lið, vísa góðan hugburð, og hava og vísa ein vinnaramentalitet.

Hartarbeiðandi miðvallarin er eisini fastur á U21-landsliðnum, og hann hevur sett sær nøkur mál fyri komandi árið og fyri sína fótbóltsleið.

- Mítt persónliga mál er at halda á við at menna meg sum spælara, og fáa ein týðandi leiklut á KÍ-liðnum. Eisini ætli eg mær at halda fast um plássi á U21, og eg havi eisini ein dreym um at koma á A-landsliðið.

- Eg havi altíð havt eitt mál um at koma so langt við fótbóltinum sum gjørligt; um tað verður í Føroyum ella uttanlands, tað má tíðin vísa.


Lýs teg sum leikara við trimum orðum
Hartarbeiðandi, sjálvskrevjandi og vil vinna.

Besta fótbóltsminni
Steypafinalan 2016

Besti dystur eg havi leikt í karrieruni
HB á Summarfestivalinum í 2015, tá vit vunnu 2-0

Besti leikarin eg havi spælt saman við
Súni Olsen

Besti mótstøðuleikari
Í altjóða høpi er tað Kristoffer Olsson hjá AIK. Í føroysku kappingini er tað Fróði Benjaminsen


Les eisini: AB skal stríðast fyri lívinum

Les eisini: Arnbjørn Hansen: - Havi máltev, men eri kanska eitt sindur dovin

Les eisini: Nýggjar tíðir í Sarpugerði

Les eisini: Spennandi hópur á Skála

Les eisini: HB-málverjin ger runavíkingar til favorittar

Les eisini: Suðringar broyta spælistíl