Kend vínøki í Kalifornia eru rakt av eldsbrununum. Her nærhendis býnum Calistoga, haðani øll fólk eru rýmd (Mynd: EPA)

Heilur býur tømdur fyri fólk



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.10.2017 - 06:55

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Skógareldarnir í norðara parti av Kalifornia eru kyknaðir uppaftur eftir at tað er farið at lota aftur í økinum. Fleiri túsund íbúðir eru oyðilagdar, og minst 23 fólk hava latið lív higartil.

Eldsbrunarnir hava rakt víðagitnu vínøkini í Kalifornia, norðan fyri San Francisco, har sløkkiliðsfólk framvegis stríðast við at avmarka eldin, sum byrjaði fyri trimum døgum síðani.

Fleiri túsund fólk eru flýggjað, og myndugleikarnir hava nú givið boð um, at øll fólk, sum búgva í býnum Calistoga, skulu flyta úr býnum. Har búgva umleið 5.000 fólk.

Í grannabýunum Sonoma og Boyes Hot Springs er eisini stórur partur av íbúgvunum flutt burtur.

Løgreglan ávarar íbúgvarnar um, at vindurin kann fáa náttúrubrandirnar til at broyta kós, so logarnir kunnu fáa beinleiðis kós móti býnum Sonoma, har tað búgva 11.000 fólk.

Turrveður í økinum gevur eldsbrunanum allar møguleikar at breiða seg.