(Mynd: EPA)

Heimaliðini greiddu sína skyldu

Agnar Frederiksen

05.04.2018 - 21:07

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrru kvartfinalurnar í Europa League hava verið í kvøld.

Sum væntað so sigraðu øll heimaliðini:
Arsenal - CSKA Moskva 4-1 (4-1)
Atletico Madrid - Sporting Lissabon 2-0 (2-0)
Lazio - Salzburg 4-2 (1-1)
RB Leipzig - Marseille 1-0 (1-0)

Arsenal og Atletico Madrid eru størstu favorittarnir at vinna kappingina, og eru væl á veg at koma í hálvfinaluna. Tað er serliga i uppgerðini millum RB Leipzig og Marseille, at tað er spenningur undan seinna dystinum, hóast Marseille ikki fekk nakað mál í Týsklandi í kvøld.

Seinnu dystirnir verða leiktir um eina viku (12/4).