Heimsbankin gevst at fíggja olju og gass frá 2019



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

12.12.2017 - 15:51

Oljan >

Í dag verður skipað fyri klimatoppfundi í París, har franski forsetin Emmanuel Macron er vertur. Á fundinum seinnapartin gjørdi stjórin í Heimsbankanum greitt, at bankin frá 2019 fer at gevast við at fíggja olju- og gassverkætlanir. Frammundan hevur sami banki eisini bannað fígging av kolaverkætlanum. Avgerðin er ein roynd at minka um útlátið av veðurlagsgassum við at skerja nýtsluna av fossilum orkukeldum og fáa heimsins lond at leggja um til varandi orkukeldur, her ikki minst sólorku, sum seinastu tíðina er vorðin rættiliga nógv bíligari at framleiða.

Undantøk frá hesi skerjing kunnu vera gassverkætlanir í sera fátækum londum, um hetta er í tráð við veðurlagsmálini í londunum.

Bankin upplýsir annars, at hann er ávegis til at røkka sínum egna máli um, at 28% av útlánunum innan 2020 skulu fara til verkætlanir, sum verða mettar sum veðurlagsátøk. Uppgávan hjá Heimsbankanum er annars at veita lán og annan stuðul sum hjálpir til búskaparligu menningina í menningarlondum. Í fjør upplýsti bankin, at hann hevði gjørt íløgur uppá 3 mia. dollarar í m.a. fossilar orkukeldur og námsdrift. Í Noregi hevur Norges Bank skotið upp at selja íløgurnar hjá oljugrunninum í olju og gass. Orsøkin til tað er tó ikki veðurlagið, men fyri at gera Norra minni bundið at gongdini í olju- og gassvinnuni.

Kelda E24 og BBC World News