Heimsins besta matstova liggur í New York


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

05.04.2017 - 15:06

Mentan > Lívsstíls- & brúkaraevni > Matur & matgerð

Heimsins besta matstova eitur Eleven Madison Park og liggur í New York. Hetta varð avdúkað fyri løtu, tá listin yvir heimsins bestu matstovur varð kunngjørdur í Melbourne Avstralia.

”The world’s Best Restaurants” og Michelin er líkasum í kapping um at vera mest tíðandi listin yvir góðar matstovur.

Hesin listin, sum verður avgjørdur við eini atkvøðugreiðslu millum heimsins bestu kokkar og matummælarar, og kann gott broytast rættiliga fitt ár undan ári.

Tað var á hesum listanum, at danska matstovan Noma lá á fyrsta plássi í nøkur ár. Noma er ikki við á nýggjast listanum, tí matstovan er afturlatin fyri at lata upp aftur á nýggjum bústaði seinni.

Bert tvær norðurlendskar eru á listanum yvir tær 50 bestu, báðar danskar. Geranium í Keypmannahavn, sum í fjør var nummar 28, fór níggju pláss fram, og er nú nummar 19 á listanum, meðan Relae, eisini í Keypmannahavn fór eitt pláss upp til nummar 39.

Koks ikki í eygsjón
Tað er á hendan listan, at Koks hevur ambisjón um einaferð at koma á. Tað hevur Jóannes Jensen, stjóri á Gist&Vist fyrr greitt frá, seinast í sendingini ”25 minuttir” herfyri hjá Kringvarpi Føroya.

Men heldur ikki í ár er føroyska Michelin-skrýdda matstovan at síggja á listanum, heldur ikki yvir tær 100 bestu.

Bert fimm norðurlendskar matstovur eru á topp 100-listanum. Umframt tær báðar fyrr nevndu, er talan um svensku Fäviken, sum er nr. 57, norska Maaemo nr. 79 og danska Kadeau nr. 94.

Heimsins besta matstova í fjør, italska, Osteria Francescana í Modena, sum í fjør varð kosin heimsins besta, liggur nú á øðrum plássi, og spanska El Celler de Can Roca í Girona, sum var heimsins besta í 2015, liggur nú á triðja plássi.

Heimasíðan hjá Eleven Madison Park