Heimsins elsti maður - og Holocaust offur - deyður 113 ára gamal



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

11.08.2017 - 21:09

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Heimsins elsti maður, Yisrael Kristal, er deyður 113 ára gamal.

Hóast flestu menn - og kvinnur - sum liva leingi nokk til at kunna kalla seg heimsins elsta, ivaleyst hava nógvar søgur at fortelja, so hevði Kristal ein lagnu og søgu, ið fá munnu øvunda honum.

BBC skrivar um ævisøguna hjá Kristal, at hann varð føddur í Zarnow í Pollandi í 1903. Hann misti bæði foreldrini undir fyrra veraldarbardaga, og flutti hann síðani til Lodz til aðra familju at arbeiða við góðgætisvirksemi teirra.

Tá nasistarnir hertóku Polland í 1939, varð Kristal sendur til ghettoina í Lodz saman við allari familjuni. Bæði børn hansara doyðu har, og í 1944 vórðu Kristal og kona hansara, Chaja Feige Frucht, send til týningarleguna í Auschwitz.

Chaja varð myrd í Auschwitz, og tá russar komu fram at Auschwitz í mei mánaði í 1945, var Kristal tann einasti í familjuni, ið var eftir á lívi.

Yisrael Kristal flutti síðani til Ísrael í 1950 við seinnu konuni og soni teirra, har hann helt áfram at gera góðgæti, til hann fór frá fyri aldur.

Yisrael Kristal varð skrivaður inn í Guinness metbókina í mars mánaði í fjør sum elsti maður í heiminum.

Kristal var aftur at lesa um í tíðindunum í september mánaði í fjør, tá hann gjørdist heimsins elsti maður, ið hevði bar mitzvah, sum er jødiskur skiftissigur nakað sum konfirmatión. Av røttum hava jødiskir dreingir bar mitzvah sum 13 ára gamlir, men av tí at fyrri veraldarbardagi stóð upp á tað harðasta, tá Kristal var 13, so gjørdist tað av ongum.