Heimsins elstu trø er um at doyggja



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.06.2018 - 19:19

Tíðindi >

Fleiri av teimum gomlu afrikansku baobab trøunum eru um at doyggja. Trøini eru fleiri enn 1000 ára gomul, og granskarar vita ikki hví tey eru um at doyggja.

Baobab trø kunnu gerast meiri enn 3000 ára gomul. Tey eru serliga kend fyri at hava eina ógvuliga breiða træstammu. Hon kann hava eitt ummál á meiri enn 30 metrar.

Eitt granskingarlið við granskarum úr Suðurafrika, USA og Rumenia hava nú staðfest, at 9 av 13 teimum elstu baobab trøunum í suðurpartinum av Afrika eru deyð ella nær við tey seinastu 12 árini. Øll trøini vóru eldri enn 1000 ár.

Granskararnir vita ikki hví hetta hendir, men teir óttast fyri, at tað er veðurlagsbroytingarnar í suðurpartinum av Afrika, sum er orsøkin, skrivar The Guardian.



beint nú