Harry Kane kemur á torføra uppgávu í kvøld (Mynd: EPA)

Heimsins fremsta fótbóltskapping í gongd aftur í kvøld

Ari av Rana

13.02.2018 - 16:54

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Meistarakappingin fyri bestu fótbóltsliðini í Evropa, Championa League, er aftur á skránni í kvøld. Bólkaspælið varð liðugt spælt í desember mánað, og í kvøld verða fyrstu 1/8-finalurnar spældar.

Tveir dystir verða spældir í kvøld. Í Torino í Italia spæla Juventus og Tottenham. Hetta er avgjørt ein spennandi dystur, har italsku meistararnir skulu fáa eitt gott úrslit móti enska Tottenham.

Felagið úr London vann sín bólk sannførandi. Við einum stórspælandi Harry Kane á odda, megnaði Tottenham at vinna bólkin frammanfyri eitt nú Real Madrid, uttan nakað tap.

Juventus stóð seg eisini væl í sínum bólki, har italska stórfelagið endaði næst fremst, trý stig aftanfyri Barcelona.

Hin dysturin í kvøld er millum Basel, sum endaði næst fremst í sínum bólki, trý stig aftanfyri Manchester United, og Manchester City, sum vinnur tað mesta á síni leið í ár.Manchester CIty endaði fremst í sínum bólki við 15 stigum.

Basel hevur tó víst seg at standa seg væl móti liðum, sum á pappírinum eru væl sterkari. Og tað verður neyðugt hjá sveisiska felagnum at spæla upp til sítt besta, um felagið skal hava vón at vinna seg víðari í kappingini móti einum liðið, sum hevur ein tann sterkasta hópin í kappingini.

Dystirnir verða spældir í kvøld kl. 19:45 og teir eru:

Basel – Manchester City

Juventus – Tottenham