Faiq Bolkiah (Mynd: Daily Mirror)

Heimsins ríkasti fótbóltsleikari spælir við eykaliðinum hjá Leicester City



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

10.01.2018 - 20:45

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tá hugsa verður um heimsins ríkastu fótbóltsleikarar, fara tankarnir skjótt til heimsstjørnur sum Lionel Messi, Cristiano Ronaldo, Neymar og Carlos Tevez. Men eingin teirra er nær námind líka ríkur, sum 19 ára gamli Faiq Bolkiah.

Faiq Bolkiah, sum til dagligt spælir á eykaliðinum hjá Leicester City, er frá Brunei, og er bróðursonur Hassanal bolkiah, sultánin í Brunei.

Sum úrslit av stóra ríkidøminum hjá pápabeiggjanum, er Faiq mettur at verða verdur 126 milliardir danskar krónur. Til samanbering hevur Lionel Messi júst longt sín sáttmála við Barcelona. Messi fær næstu fimm árini 260 milliónir danskar krónur eftir skatt.

Faiq Bolkiah hugsar tó ikki so nógv um sítt stóra virði.

- Eg havi spælt fótbólt so leingi eg minnist, og síðani eg var ungur, havi eg altíð elska at fara á vøllin og merkja bóltin á mínum fótum. Míni foreldur hava altíð stuðla mær í at liva dreymin sum yrkisfótbóltsleikari, sigur Faiq við Leicester Mercury.

Faiq er føddur í USA, men spælir á landsliðinum hjá Brunei. Á landsliðinum er hann liðskipari, har hann hevur spælt 9 dystir og hevur skorað eitt mál.