Nýggja Gitte Henning er heimsins størsta av sínum slag

Heimsins størsta av sínum slag - Høvið verður at síggja nýggju Gitte Henning



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

11.05.2018 - 21:08

> Tíðindi > Danmark

Heimsins størsti kombineraði nóta/trolari, Gitte Henning, er latin eigarunum.

Gitte Henning, sum er heili 90 metrar langt og 18 metrar breitt, varð latin eigaranum Henning Kjeldsen fyrr í vikuni, og í morgin verður høvið at vitja umborð.

Gitte henning er bygt á Kleven Skipasmiðjuni í Norra, og tað er norska fyritøkan Salt Ship Design, sum hevur sniðgivið skipið.

Henning Kjeldsen, sum longu átti eitt nýtt uppsjóvarskip, sum hann hevði latið byggja í Litava, og sum hann yvirtók í 2014, eigur nú heimsins størsta kombineraða nótaskip og trolara.

Møguleikin stóð seg upp tá ið eitt íslendskt reiðarí bjóðaði uppá undanfarnu Gitte Henning, og boðið var so gott, at danski reiðarin kundi ikki siga nei.

Fleiri myndir vera á Portalinum seinni í vikuskiftinum, av hátíðarhaldinum, sum verður í Skagen í morgin klokkan 12-14 okkara tíð.