Heimsins størsta frálandsskip á gassleiðina í Australia



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

27.07.2017 - 13:40

Oljan >


Nú um dagarnar kom heimsins størsta frálandsskip, Prelude, á gassleiðina vestan fyri Australia, har tað komandi 25 árini skal framleiða LNG gass til marknaðirnar í Asia. Tað er oljufelagið Shell, sum stendur fyri hesi stóru verkætlan. Skipið, sum er ein stór verksmiðja, er longri enn fýra fótbóltsvøllir ella 488 metrar og hevur kostað 12,5 mia. dollarar. at byggja. Tað hevur tikið meira enn fimm ár at byggja henda gassrisan á Samsung Heavy Industry í Suðurkorea. Framleiðslan er sett at byrja í 2018.