Heimsins størsta nýggjársrakett – vigaði næstan eitt tons

Ingi Samuelsen

01.01.2018 - 12:52

Mentan > Uttanlands > Annað

Heimsins størsta nýggjársrakett nakrantíð varð í nátt skotin av á mannaskaptu Al Marjan oynni í Sameindu arabisku Emiratunum. 997 kilo vigaði rakettin, ið hevði ein diametur á 142 sentimetrar.

- Henda hendingin ber gleði og vísir okkara vilja at hugfanga okkara gestir, segði Abdullah Rashed Al Abooli, ið er stjóri á oynni sambært danska TV2.

Rakettin varð skotin yvir sjógvin, so gestirnir á oynni kundu síggja hana á midnátt.

Júst Al Marjan Island var serliga vald av Phil Grucci, stjóra fyri fýrverksfyritøkuna Fireworks by Grucci, sum hevði gjørt rakettina.

- Eg spurdi meg sjálvan, hvat er tann besti pallurin fyri eitt rimmar fýrverk. Her er vakur strandarlinja og klárur bláur sjógvur.

Eftir at rakettin var skotin, fingu bæði Abdullah Rashed Al Abooli og Phil Grucci handa heiðursprógv fyri, at teir nú eiga metið fyri heimsins størstu nýggjársrakett.

Gamla metið var ein rakett við 121 sendimetrar í diametur, og usm vigaði 464 kilo, skrivar tv2.dk