Louis C.K. (Mynd: EPA)

Heimskendi skemtarin Louis C.K. ákærdur fyri at verða kynsliga ósømiligur

Ari av Rana

10.11.2017 - 21:50

Mentan > Uttanlands > Annað

Heimskendi skemtarin og filmsleikarin Louis C.K. er seinasti av teimum mongu kendu persónunum, sum eru hálaður inn í sexgølu.

Louis C.K. er ákærdur av fimm kvinnum fyri at hava víst ósømiligan kynsligan atburð, har hann millum annað skal hava fleyga sær framman fyri teimum, skrivar CNN.

Kvinnurnar eru millum annað aðrir skemtarar og skrivarar, sum Louis C.K. hevur arbeitt við.

Ákærurnar hava longu fingið fylgir fyri Louis C.K. Hansara filmur “I Love Your, Daddy” verður ikki útgivin, sum ætla. Fyrsta sýning, sum skuldi verið í gjár, varð eisini avlýst.