Hirving Lozano gjørdist matchvinnari, tá hann fekk bóltin framvið Manuel Neuer í 35. minutti (Mynd: EPA)

Heimsmeistararnir snávaðu í fyrstu royndini

Agnar Frederiksen

17.06.2018 - 17:06

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Fyrsti dystuin í bólki F er júst liðugur. Dysturin var undirhaldandi, hóast tað bert kom eitt mál. Og yvirraskandi endaði tað við sigri til Meksiko, ið við málið tíggju minuttir fyri hálvleik og við sera hørðum arbeiði tryggjaði sær sigurin. 

Tað byrjaði sera lívliga í Moskva, har bæði liðini komu til góðar møguleikar. Týskland var meira á bóltinum, men tað var Meksiko, ið kom á odda. Meksiko vann bóltin, og so gekk tað skjótt frameftir. Hirving Lozano úr PSG fekk bóltin til vinstru í brotsteiginum, hann setti ein mann av, og smekkaði bóltin framvið Manuel Neuer. 

Týskarar skuldi rista skelkin sær, men tað var 1-0 í hálvleikinum, og sum minuttirnir gingu líktist tað meira einum meksikanskum sigri. Meksiko spældi ein frálíkan dyst, og hevði vandamiklar umstillingsstøður, har møguleiki var fyri at økja. Mest fokus var tó á at verja, og hóast nógvar týskar roynir ímóti málinum, so eydnaðist tað ikki hjá monnum hjá Joachim Low.

Eftir seinasta bríksl var stórur fagnaður í meksikonsku leguni. Við sigrinum á heimsmeistarunum hevur Meksiko sera góðan møguleika at spæla seg víðari, meðan hjá týskarum skal sjálvsransakan til, og nú eru veruligt trýst á undan dystinum ímóti Svøríki fríggjadagin.

Svøríki og Suðurkorea spæla klokkan 13.00 í morgin. 

Meksiko - Týskland 1-0 (1-0)