(Mynd: Kym Illmann)

Heimsmet: 132 ára gamal fløskupostur funnin í Avstralia



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

07.03.2018 - 22:36

Mentan > Uttanlands > Annað

Ein avstralsk familja, sum var farin ein túr á strondina í Wedge Island í Vesturavstralia, kom fram á eina forvitnisliga fløsku.

Mamman, Tonya Illman helt, at fløskan hóskaði seg væl at standa á bókahillini har heima.

Inni í grønu fløskuni var eitt pappír, sum var rulla saman. Tað var slevjut og tí fingu tey ikki rulla tað út.

Heima løgdu tey pappíri í ovnin í fimm minuttir, og tá tey rullaðu tað út, gjørdist tey bilsin.

Á pappírinum stóð dagføringin 12. juni 1886. Fløskuposturin var sostatt 132 ára gamal.

Søgufrøðingar hava síðani staðfest, at dagfestingin er røtt. Fløskan var blakað fyri borð frá týskum skipinum Paula í Indiska havinum, tá skipið sigldi frá Cardiff í Wales til Indonesia.

Dagføringin samsvarar við loggbókina hjá skipinum, og skriftin er lík tí hjá skiparanum.

Fløskuposturin var partur av einari 69 ára langari týskari vísindarligari roynd, har týsk skip kastaðu fleiri túsund fløskupostar út í havið kring allan heimin. Endamálið var at fáa eina betri fatan av havstreyminum og soleiðis finna skjótastu siglingarleiðirnar.

Av teimum fleiri túsund fløskupostunum eru bert 662 komnir afturíaftur.