Tað er ikki á hvørjum degi at ein rúnarsteinur verður avdúkaður. Tað gjørdi tey kortini í Hovi í gjár (Mynd: Lasse Jensen)

Heimssensasjón: Nýggjur rúnarsteinur avdúkaður í Hovi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

30.05.2014 - 17:34

Tíðindi > Mentan > Bygdamentan

Rúnarsteinar hoyra eini farna tíð til. Men kortini var heimsins nýggjasti rúnarsteinur avdúkaður í Hovi.

Hetta hendir í samband við tiltakið “Víkingadagar í Hovi”, sum byrjaðu í gjár og halda fram til sunnudagin.


Les eisini: Søga í nýggjum hami: Víkingar hittast til vápnaleik í Hovi


Tað er Hovs Fornminnisfelag ið reisir henda steinin til minnis um Havgrím, og til minnis um heimsins elsta tingstað. Innskriftin ber kendu orðingina frá Føroyingasøguni: “Hovgrímur [góði] var mikil blótmaður“.

Steinurin vigar 800 kilo, og varð settur uppá pláss í viðarlundini, omanfyri Hovs skúla, tá ið bygdin hevði árliga ruddingardagin fyrr í mánaðinum.

Í gjár - Kristi Himmalsferðardag - helt Hergeir Nielsen røðu, og tvær smágentur avdúkaðu steinin í fagra veðrinum seinnapartin.



TÚSUNDTALS STEINAR
Hetta er tann nýggjasti rúnasteinurin í heiminum, men kortini ikki tann einasti her í oyggjunum.

Í Føroyum eru annars tríggir aðrir rúnasteinar. Av hesum er bert Kirkjubøsteinurin frá sjálviari víkingatíðini, helst uml. ár 1000, meðan Sandavágssteinurin er frá miðøldini, og Fámjinssteinurin er frá tíðini aftaná reformatiónina í 1538.

Rúnasteinar eru kendir frá øðrum norðurlondum, serliga úr Svøríki, har meginparturin av teimum uml. 3000 rúnasteinum eru.

Í Danmark finnast einir 250 rúnasteinar, og í Noregi eru einir 50 rúnasteinar, harímillum heimsins elsta standandi rúnastein, Einangsteinen frá 4. øld.

Meiri serstakt er, at í Íslandi eru eingir slíkir, meðan ein er funnin í Norðurgrønlandi. Talan er um Kingittorsuaq-steinin frá miðøldini.

- Nú hevur Hov altso eisini ein vakran rúnastein frá 2014, til gleði fyri vitjandi - og helst til høvuðbrýggj fyri framtíðar fornfrøðingar, sigur hovbingurin, Lasse Jensen, sum eisini hevur tikið viðheftu myndirnar.