(Skíggjamynd úr Gud signi Føroyar, KvF)

Heini í Skorini: Tað er trupult at koma til aðra niðurstøðu

Oda Strøm

17.04.2018 - 16:19

Tíðindi > Trúarlív

Í aftursvari seinnapartin vísir Heini í Skorini, sum hevur lagt sendirøðina “Gud signi Føroyar“ til rættis, atfinningunum frá skúlaleiðsluni í frískúlanum hjá Kelduni aftur.

Vit prenta alt svarið niðanfyri:

Keldan, Darwin og Kringvarpið

- Aftursvar til skúlaleiðsluna í frískúlanum hjá Kelduni

”Menningarlæran er í stríð við tað, sum Bíblian lýsir um skapanina.”

Soleiðis segði Jastrid Høj, skúlastjóri í frískúlanum hjá Kelduni, í fimta parti í sjónvarpsrøðini Gud signi Føroyar. Eftir sendingina hevur leiðslan á skúlanum tikið frástøðu frá ávísum orðingum í upplestrinum í sendingini. Leiðslan vil ikki vera við, at skúlin ”vrakar” ella ”forkastar” menningarlæruna. Men tá hesi orðini vórðu brúkt, so skuldu tey skiljast soleiðis, at leiðslan vrakar ella forkastar menningarlæruna sum fakta ella sum sannroynd. Tí, sum Jastrid Høj segði í sendingini:

”Tá tað kemur til stykkis, bæði viðvíkjandi menningarlæruni og skapanarlæruni, so skal trúgv til bæði, tí hvørki av teimum kunnu prógvast.”

Tað er hetta sjónarmiðið, sum lívfrøðingarnir í sendingini mótmæla. Teir meta ikki, at menningarlæran er ein trúgv ella metafysiskur pástandur, men ein væl grundað vísindalig hypotesa, sum er eygleidd og testað aftur og aftur; og sum framvegis er tann mest sannførandi frágreiðingin uppá, hví lívið á jørðini hevur háttað seg, sum tað hevur. Tí dregur sendingin ta niðurstøðu, at frískúlin hjá Kelduni ”vrakar” ella ”forkastar” menningarlæruna.

Fyri allar flestu lívfrøðingar er menningarlæran ein sannroynd. Men tað tykist sum um, at fyri Jastrid Høj og onnur samsint hvílir menningarlæran á eini lívsáskoðan. Tí, sum Jastrid sigur í sendingini:

”Ymiskar heimsáskoðanir liggja aftanfyri tað, sum bøkurnar skriva. Og kanska (vit, red.) eisini gera børnini meiri tilvitaði um, hvat halda tit liggur aftanfyri hetta? Er hetta tað, sum Bíblian sigur? Ella kann hetta vera tað, sum humanisman sigur?”

Mótsetningur ella samsvar

Skúlaleiðslan vil heldur ikki vera við, at ”skúlin lærir sínar næmingar, at vísindaliga ástøðið um menningarlæruna er skeiv.” Sjálv staðfesti Jastrid annars, at ”menningarlæran er í stríð við tað, sum Bíblian lýsir um skapanina.” Og víðari segði hon soleiðis:

”Vit læra í hvussu so er næmingarnar at síggja tað út frá teimum kristnu virðunum… at síggja tað út frá Bíbliuni … hvat sigur Bíblian til hetta? Og at síggja um tað er eitt stríð harímillum … og at læra børnini at taka støðu… hvat sigur Bíblian um hetta.”

Tað er rætt, at Jastrid ongastaðni sigur beinleiðis, at menningarlæran er skeiv. Hinvegin er trupult at koma til aðra niðurstøðu, tá Jastrid sjálv vil vera við, at menningarlæran og bíbilska skapanarsøgan eru mótsetningar og samstundis leggur dent á, at her á skúlanum tulka vit spurningin í ljósinum av Bíbliuni.

Sendingin vísti, at fyri mong kristin er einki ósamsvar ímillum menningarlæru og kristna trúgv. Men um tað veruliga er eitt ósamsvar, sum skúlaleiðslan vil vera við, so er tann logiska avleiðingin, at ein má velja antin hetta ella hitt.

Í samskiftinum við Jastrid Høj, sum ikki kom við í sendingina, hevur hon eisini greitt frá, hvussu starvsfólkini á skúlanum brúka amerikonsku heimasíðuna Answers in Genesis sum íblástur. Ein heimasíða, sum púra greitt vrakar menningarlæruna. Ein heimasíða, sum tvíheldur um, at jørðin er nøkur fá túsund ár, hóast allar flestu náttúruvísindafólk halda, at jørðin er nógv, nógv eldri. Við øllum hesum upplýsingum er trupult at koma til aðra niðurstøðu enn hana, sum sendingin legði fram.

Um tað veruliga er so, at skúlaleiðslan í Kelduni góðtekur menningarlæruna sum væl grundaða vísindaliga hypotesu, so hevði tað verið nógv lættari, um Jastrid Høj bara segði hetta, tá hon fekk spurningin. Men tað gjørdi hon ikki.

Heini í Skorini

Les eisini: Frískúlin í Kelduni svarar aftur