(Skíggjamynd úr Gud signi Føroyar, KVF)

Heini í Skorini vísir atfinningunum aftur

Sverri Egholm

22.02.2018 - 16:43

Tíðindi > Trúarlív

Í aftursvari seinnapartin vísir Heini í Skorini, sum hevur lagt sendirøðina “Gud signi Føroyar“ til rættis, atfinningunum frá Paula Høj, samkomuleiðara í Kelduni, aftur.

Vit prenta alt svarið niðanfyri:

Leiðslan í Kelduni fekk holla kunning

Nýggja sjónvarpsrøðin ”Gud signi Føroyar” hevur elvt nógv kjak í almenna rúminum. Eitt livandi kjak er bæði gott og natúrligt, serliga tá talan er um eitt so viðbrekið evni. Eitt evni, sum nertur við okkara djúpastu kenslur.

Í lesarabrævi í dag (fríggjadagin 22. februar) skrivar Pauli Høj, samkomuleiðari í Kelduni, at hann ikki hevur verið nóg væl kunnaður um endamálið við sendirøðini, tá upptøkur byrjaðu í 2017.

Pauli Høj skrivar soleiðis:

”Programleiðarin segði, at endamálið við sendingunum var at lýsa átrúnaðarliga landslagið í Føroyum við samrøðum og reportasjum, og okkara partur var at vísa fram okkara virksemi í Kelduni í mun til aðrar samkomur og kirkjur í Føroyum.”

Hetta er púra rætt. Endamálið við hesi sendirøðini hevur frá byrjan verið at lýsa og viðgera føroyskt trúarlív og føroyskan kristindóm í okkara samtíð. Men tá journalistar og dokumentaristar seta sær fyri at lýsa eitt evni, hava tey skyldu til at lýsa viðkomandi evni frá fleiri ymiskum sjónarhornum. Menniskju eru fjølbroytt og uppliva veruleikan á ymsan hátt – eisini í føroyskum trúarlívi. Tí mugu fleiri røddir sleppa til orðanna í eini slíkari sendirøð. Tí eigur úrvalið av keldum at vera fjølbroytt. Tí er tað bæði gott og neyðugt at gera samrøður við mong ymisk fólk, sum hava ymiskar hugsanir og ymiskar lívsroyndir. Tástani fáa vit eina nuanseraða mynd av føroyskum trúarlívi í okkara samtíð. Hetta havi eg frá byrjan lagt dent á. Sendirøðin er á ongan hátt eitt álop á kristindómin, sum onkur vil vera við. Viðgerðin er tvørturímóti eitt tekin um, at evnið verður tikið í størsta álvara.

Víðari harmast Pauli Høj um, at eg ikki havi sagt honum, ”at ætlanin var at draga viðkvom persónsmál inn í sendingina. Í dag siti eg við tí kenslu, at programleiðarin, hóast vit vóru púra opin yvirfyri honum og ikki krógvaðu nakað, ikki hevur sagt okkum allan sannleikan viðvíkjandi, hvussu sendingin skuldi uppsetast, ella at hann hevur broytt dagsskránna, aftaná upptøkurnar í Kelduni vórðu gjørdar.”

Í mun til hendan kritikkin er at siga, at Arni Klein Abrahamsen umboðar eitt týðandi sjónarmið í sendingini, tí hann setir orð á øðrvísi upplivingar samanborið við allar hinar røddirnar í sendingini. Og Arni Klein Abrahamsen hevur sjálvur valt at luttaka í sendingini. Um miðlarnir ikki kunnu varpa ljós á ”viðkvom persónsmál”, so doyr øll dokumentarisma. Eg setti meg í samband við samkomuleiðsluna í Kelduni, so skjótt sum endalig avgerð varð tikin um, hvussu hendan fyrsta sendingin varð skrúvað saman. Hetta var tíðliga í januar – meiri enn ein mánaða áðrenn fyrsta sending fór í luftina. Eg sendi enntá samkomuleiðsluni brot úr samrøðu við Arna Klein Abrahamsen, so leiðslan visti, hvat tey skuldu viðmerkja. Samkomuleiðslan hevði við øðrum orðum góðar stundir at svara nøkrum spurningum í ljósinum av tí, sum fyrrverandi ungdómsleiðarin í Kelduni greiddi frá. Leiðslan valdi ikki at viðmerkja, og tað hevur hon sjálvandi sín fulla rætt til.

Pauli Høj kennir seg villleiddan og heldur, at eg ikki havi spælt við opnum kortum. Eg taki allar atfinningar til eftirtektar, men eg vísi hesum aftur. Eingin samkoma ella átrúnaðarligur myndugleiki hevur rætt til at gera av, hvørji onnur menniskju luttaka í eini sending. Eingin annar enn redaktiónin handan sendirøðina hevur rætt til at gera av, hvussu ein sendirøð verður sett saman. Og Pauli Høj sigur enntá sjálvur, at ”tað er einki, sum kom fram í sendingini, ið vit í Kelduni ikki kunnu standa inn fyri.”

Til seinast vil eg rósa leiðsluni í Kelduni fyri, at vit fingu loyvi til at gera upptøkur í samkomuni. Opinleikin var stórur, og tað kundu aðrar samkomur lært okkurt av.

Heini í Skorini

Viðmerkingarnar frá Kelduni kunnu lesast her