Heini Vatnsdal á landsliðið fyri Johan Troest

Tíðindaskriv

02.10.2014 - 07:09

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrr í kvøld kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, hvørjir teir 23 eru, sum skulu spæla móti Norðurírlandi og Ungarn. Landsliðsvenjarin boðaði longu tá frá, at tað møguliga fór at koma ein broyting, tí Jóhan Troest Davidsen fór av vøllinum í dag við skaða í hondini.

Tað er nú greitt, at Jóhan Troest hevur brotið hondina, og skal ganga við gipsi næstu fýra til seks vikurnar, og verður tískil ikki við í hópinum til dystirnar ímóti Norðurírlandi og Ungarn. Inn fyri hann er komin miðvallarin, Heini Vatnsdal. Heini misti plássið til landsdystin móti Finnlandi, men er nú við aftur.

Les eisini: Hesir vera við móti Norðurírlandi og Ungarn