Heita keldan í Kollafirði er eitt eindømi

Snorri Brend

07.07.2014 - 19:50

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Náttúra

Kollafjørður er av sonnum vorðið eitt stað, sum nógv tosa um í hesum døgum.

Søgan um heita vatnið, sum í stríðum streymum fossar upp gjøgnum eitt nýborað jarðhitahol í bygdini, er væl umtókt millum mannað.

Samstundis standa jarðfrøðingar okkara á berum. Tí, hvussu ber tað til, at vatn sum hevur ein støðugan hita uppá 26,4 stig kann streyma í so stórum nøgdum upp úr jørðini?

Lis Mortensen, jarðfrøðingur hjá Jarðfeingi sigur við Kringvarpið, ein kennir til flógvar keldur aðrastaðni í Føgoyum, har vatn millum 16 og 18 stig kemur upp í smáum nøgdum, eitt nú Varmakelda í Fuglafirði.

- Men tað er ikki at sammeta við hesa kelduna, sigur Lis Mortensen.

Jarðfeingi er nú farið at leita sær serfrøðingahjálp uttaneftir fyri at finna eina frágreiðing um tað, sum kollfirðingar nú eru vitni til.

Myndamaður okkara – Jens Kristian Vang – var í Kollafirði í morgun, og tók hesar myndirnar av spælandi børnum. Tað er ikki hvønn dag, at tey sleppa at uppliva eina flógva keldu her á landi.

Úr Kollafirði verður sagt, at eina økið, har keldan kemur upp, kallast á Grønabóli. Hetta kemur helst ikki av ongum, um so er at flótt vatn hevur runnið her í áravís.

Annars so vil onkur vera við, at Kollafjørður nú hóskandi kundi broytt navn – á donskum, í øllum førum: Frá Koldefjord til Varmefjord.