Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Heitir á løgmann at savna flokkarnar um raðfesting av tunlum

Sverri Egholm

21.04.2018 - 01:48

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Eg fari at heita á varaløgmann (Høgna Hoydal, einasti landsstýrismaður í tingsalinum, red.) um at landsstýrismaðurin Henrik Old og løgmaður kalla allar flokkarnar saman, og fáa greiði á hvussu vit raðfesta vit teir tunlar sum skulu gerast í Føroyum, segði Kristin Michelsen, formaður í rættarnevndini, undir aðru viðgerð av framskundan av tunlum norð um fjall.

Hann mælir til sama leist, sum gjørt var við Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum.

- Tað letur seg gera at fáa tunlar til Skálafjørðin og til Sandoynna - ein semja, sum alt løgtingið stóð aftanfyri. So hetta er ein innilig áheitan á løgmann um at tosa við allar flokkar, og í tí kann møguliga liggja at tunlarnir norð um fjall kunnu framskundast, segði Kristin Michelsen.

Hesum hugskotinum vóru tað fleiri tingfólk, sum tóku væl ímóti. Millum annað Jákup Mikkelsen og Jógvan Skorheim.

Klokkan hálvgun eitt fór onnur viðgerð í gongd, og enn verður uppskotið viðgjørt. Tó er lítil møguleiki fyri, at uppskotið verður samtykt. Jónleif Johannesen hevur boðað frá, at hann ikki fer at taka undir við hesum uppskotinum, men at hann tó tekur undir við at framskunda verkætlanina. Hann setur sítt álit á løgmann, sigur hann.