Heitir uttandurapottar hóskvøldið á jóansøku



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

19.06.2018 - 08:22

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Hóskvøldið á jóansøku verður serligt hugnaligt heilsu- og rørslutiltak fyriskipað í Vági.

Tiltakið er ein upptakt til stóra jóansøkubálið, ið verður seinni um kvøldið. Tað er rørslufelagið Hvistan í Suðuroynni, sum hevur tikið stig til hetta hugnaliga og øðrvísi tiltakið.
 
Byrjað verður við Tríkantin við Sandin í Vági, har ein kann spáka sær ein túr, renna, trilla, súkkla ella tað ein nú vil, kring Parkina og Vatnið, áðrenn farið verður yvir til Pálshøll.
Í Pálshøll eru sauna, dampbað, svimjihylur og nýggju heitu uttandurapottarnir klárir til tey vitjandi, sum eisini fáa okkurt gott ábit og at drekka.

Tiltakið, ið er ókeypis, byrjar kl. 19.00 og er liðugt umleið kl. 20.30, soleiðis at ein nær at koma inn aftur á Sandin, har jóansøkubál, røða, felagssangur, kakao og bollar vera frá kl. 21.00.