Jakob Fuglsang verður viðgjørdur við læknabilin undir Tour de France (Mynd: EPA)

Heldur fram hóast smá brot í arminum

Ingi Samuelsen

13.07.2017 - 06:53

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Hóast tvey smærri brot eru staðfest í vinstra armi, so heldur danski súkklarin Jakob Fuglsang fram í Tour de France kappingini.

Í gjár var danin, sum liggur nummar fimm í samlaðu kappingini, óheppin at detta á súkkluni í sambandi við ein hópdøtt, ið hendi meðan súkklararnir skuldu hava hendur á mati og drekka, sum teir fáa í posum meðan teir súkkla.

Fallið var ikki ógvusligt, men danin varð ákoyrdur og fekk pínu í vinstru hond. Verri gekk hjá Astana-liðfelaganum, Dario Cataldo, sum mátti gevast.

Jakop fekk linnandi spray á skøvningin meðan hann súkklaði víðari, men røntgen-myndirnar, sum vórðu tiknar eftir at hann var komin á mál, vísa, at hann hevur tvey smærri brot í arminum. Annað í skøvninginum og hitt í alboganum.

Kortini ætlar hann sær at súkkla víðari í dag.

- Tað er einki, ið kann gerast við hetta. Einasti vansi er, at tað pínir eitt sindur, segði Jakob Fuglsang við TV2-sjónvarpsstøðina í gjár.

Í dag skulu súkklararnir upp í Pyrineafjøll at kappast. Teinurin í dag frá Pau til Peyragudes er heili 214 kilometra langur, og teir skulu yvir fimm fjøll.

Støðan í kappingini er hin sama, sum seinast súkklað varð í fjøllum. Chris Froome hjá Team Sky liggur á odda, 18 sekund framman fyri Fabio Aru hjá Astana, 51 sekund framman fyri Romain Bardet hjá AG2R, 55 sekund framman fyri Rigoberto Uran hjá Cannondale og 1 minutt og 37 sekund framman fyri Jakob Fuglsang.