Heldur ikki í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

01.06.2018 - 19:57

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

Kvøld eftir kvøld veksur Gekkurin alsamt, og næsta fríggjakvøld verður hann uppi á 3 milliónum krónum. Hetta er fyrstu ferð, at hann er so høgur.

Dánjal Weihe úr Porkeri kom ígjøgnum við Tórbjørg Nielsen sum fjarritara. Hann koyrdi Gekkin í tann gula leypin.

Í fyrsta snari kom hann á 10.000. Tað vil siga 100.000, tá upphæddin verður faldað við tíggju. Aðru ferð kom hann á 15.000, og hevði fingið 90.000 krónur. Dánjal valdi at royna eina triðju ferð eftir methøga vinninginum.

Men heldur ikki tá eydnaðist. Hann endaði á 15.000, og verturin Magnus Magnussen, sum hevur verið gávumildur í alt kvøld, gav honum 10.000 omaná vinningin. 25.000 eru eisini pengar.

Sum nevnt verður gekkurin 3 milliónir næsta fríggjakvøld.