Mynd: facebook

Helena fer at verja Ph.d. á KU

Niels Petersen

16.09.2015 - 11:15

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Gransking

Fríggjadagin 18. september fer Helena Gásdal Karstensen at verja ph.d.ritgerð sína við Panum Instituttet í København. Ritgerðin kallast: “Towards the genetic basis of hereditary anosmia in the Faroe Islands”. Verjan verður í Hanover auditoriet kl. 14.00.


Vegleiðari hevur verið Niels Tommerup, professari dr.med. við Wilhelm Johannsen centret for funktionel genom forskning, afdeling for cellulær og molekylær medicin, Københavns Universitet.

Í metingarnevndini eru

Lisbeth Tranebjærg, professari, Audiologisk Afdeling, Bispebjerg Hospital/Rigshospitalet
Torben Kruse, professari og greanskingarleiðari, Human Genetik og Klinisk Biokemi, Syddansk Universitet
Anette Drøhse Kjeldsen, kliniskur professari, Klinisk Institut, Oto-Rhino-Laryngology, Syddansk Universitet

Verkætlanin hevur verið lutvíst fíggjað úr Granskingargrunninum.