Helgi Abrahamsen, tinglimur fyri Sambandsflokkin. Mynd: Jens Kristian Vang

Helgi Abrahamsen: Eg brúkti NATO-tøl hjá fullveldissamgonguni

Jógvan Hugo Gardar

16.04.2015 - 13:45

Tíðindi >

Undir aðalorðaskiftinum mánadagin um uttanríkispolitisku framløguna hjá løgmanni, nevndi Helgi Abrahamsen, framsøgumaður fyri Sambandsflokkin, sum dømi at føroyskur limaskapur í NATO árliga kann koma at kosta 480 milliónir. Hann vísti til at NATO-limaskapurin kostar trý prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ). Hetta vísir seg ikki at passa. NATO hevur eitt mál um at limalondini skulu brúka tvey prosent av BTÚ til verjuendamál, og við í hesum talinum eru er til dømis vaktar- og bjargingartænastan hjá londunum. Ein útreiðsla Føroyar longu hava. Føroyskt limagjald hevði helst ligið millum eina og tvær milliónir krónur, og ikki 480 milliónir krónur.

LES EISINI: NATO-limaskapur kostar kanska 1 millión - ikki 480 milliónir krónur

Vit hava spurt Helga Abrahamsen um hví hann leggur slík tøl fram í løgtingunum, sum ikki passa?

- Tá eg í løgtinginum nevndi, at limaskapur í Nato kostar trý prosent av BTÚ, so er tað eitt tal, sum fullveldislandsstýrið fann fram og brúkti, tá tey fyrireikaðu samráðingarnar við donsku stjórnina sum vóru um aldaskiftið. Í einum tíðindaskrivi, sum varð sent donsku fjølmiðlunum dagin fyri at samráðingarnar byrjaðu, varð sagt, at limagjaldið hjá Danmark átti at vera trý prosent av BTÚ, men at Danmark var sloppið bíligari orsaka av herstøðunum í Føroyum og Grønlandi. Hetta var brúkt sum okkurt slag av prógvi um, at blokkstuðulin til Føroya var fingin til vega sum avsláttur í limagjaldinum hjá Danmark til Nato, sigur Helgi Abrahamsen, og leggur afturat:

- Eg brúkti hetta talið sum dømi um, at hóast vit kunnu fáa nógv burturúr at vera limir í altjóða felagsskapum, og sjálvsagt skulu royna at verða við allastaðni har tað er viðkomandi fyri okkum, so mugu vit ikki halda, at tað er ókeypis. Tað var tí at eg brúkti limagjaldið í Nato sum dømi. Um øll limalondini í Nato ikki gjalda líka, og um limagjaldið er eitt beinleiðis gjald ella krav um, at londini skulu hava eitt minstakrav um hernaðarútreiðslur, er fyri so vítt óviðkomandi. Tað sum eg royndi at vísa á, er at tað kostar nógv um vit skulu vera við allastaðni, sigur hann.

Boðskapurin er, at tað er ikki bara ein spurningur um at "sleppa við", men har fylgja eisini stórar útreiðslur við, sigur tú. Onkur rindar í dag fyri føroyska limaskapin í Nato – hevði ikki verið rætt at hendan upphæddin sást aftur á einari føroyskar fíggjarlóg?

- Eingin rindar fyri føroyska limaskapin í Nato, tí Føroyar eru ikki limur í Nato. Men í sambandi við at Føroyar skuldu skipast sum fullveldisríki kom spurningurin upp, og ein ætlan varð gjørd um at vit skuldu innlimast í PFP (undir Nato), sigur Abrahamsen.

Um vit eru við ella ikki í Nato, so hava flestu lond eina verju, ella avtalu við annað land/felagsskap um at verja, um neyðugt. Ísland hevur eina líknandi støðu sum Føroyar - har er eingin herskylda, men landið er við í Nato. Ísland rindar tí eitt ella annað fyri at Nato tryggjar Ísland um ein hernaðarlig hóttan kemur móti landinum. Tann rokningin sæst aftur á íslendsku fíggjarlógini. Í dag eru Føroyar vardar umvegis antin donsku verjuna, ella NATO. Vit standa ikki uttanfyri Nato, men eru innanfyri sum ein partur av danska ríkinum. Hevði tað ikki "rokniskaparliga" verid rætt at vit sóu hvat hesin kostnaðurin er fyri danir/føroyingar?

- Tað havi eg ikki so sterka meining um. Tað hevði helst verið stuttligt at sæð, men eg ivist í, um nakar kennir talið. Eg gangi út frá, at Danmark rindar fyri limaskapin hjá danska ríkinum, og har er neyvan útgreinað, hvussu stórur partur av upphæddini er fyri hvørt einstakt øki, sigur Helgi Abrahamsen.