Helgi Abrahamsen (Mynd: Sverri Egholm)

Helgi Abrahamsen nýggjur næstformaður í Sambandsflokkinum

Oda Strøm

10.03.2018 - 10:05

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Stríðsval var í morgun á Hotel Hafnia millum Magna Laksáfoss og Helga Abrahamsen um næstformanssessin á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum.

Lokalfelagið í Eysturoynni, Samhald, hevði stillað Helga Abrahamsen upp til valið av næstformanni í flokkinum, tí tað sambært Samhald ikki bar til at hava ein næstformann, sum ikki bakkaði formannin upp.

Helgi Abrahamsen vann valið við 24 atkvøðum. Magni Laksáfoss fekk 18 atkvøður.

Magni Laksáfoss helt annars ikki, at hann hevði nakrar samstarvstrupulleikar við formannin, Bárð Nielsen.

- Vit hava eitt gott samstarv í flokkinum og arbeiða fram ímóti at lyfta flokkin upp til eitt val. Allar ósemjur eru fingnar av vegnum, og mann hevur í dag slætt borð, segði Magni Laksáfoss við útvarpið í gjár.

Landsfundurin hjá Sambandsflokkinum heldur fram allan dagin, og skráin fyri restina av degnum sæst her.