Helgi aftur snarmeistari



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Innsent

30.12.2017 - 22:54

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

Helgi Dam Ziska vann í dag FM-heitið í snartalvi fyri trettandu ferð. Helgi hevur vunnið kappingina hvørt ár í eitt koyr síðan hann vann sítt fyrsta FM-heiti í 2004 sum 13 ára gamal - undantikið er árið 2012, tá ið hann ikki luttók.

Í snartalvi hevur tú tríggjar minuttir umframt tvey sekund fyri hvønn leik til alt talvið. 38 telvarar kappaðust í hølum Havnar Telvingarfelags í R.C. Effersøesgøtu í dag. Í alt vóru níggju dupultumfør - tilsamans átjan talv hvør. Endaliga støðan í oddanum var henda:

1. Helgi Dam Ziska, HT 17 stig
2. Hans Kristian Simonsen, KT 13½
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 12½
4. Finnbjørn Vang, KTF 12½
5. John Rødgaard, VT 11½

Fleiri av landsins bestu telvarum vóru við í kappingini. Av teimum, sum ikki vunnu seg fram millum teir fremstu fimm, kunnu nevnast Martin Poulsen, Sjúrður Thorsteinsson, Carl Eli Samuelsen, Ólavur Simonsen og Torkil Nielsen.

Helgi vann sekstan talv og spældi tvey remis - Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen fingu hvør sítt remis móti stórmeistaranum. Helgi vann 2-0 á John Rødgaard, Høgna Egilstoft Nielsen, Finnbjørn Vang, Sjúrði Thorsteinsson, Carl Eli Samuelsen, Ólavi Simonsen og Margar Berg. Móti áðurnevndu Hans Kristiani Simonsen og Martin Poulsen var úrtøkan 1½.

Magnus HM-vinnari
Samstundis sum føroyingar í dag kappaðust um at vinna FM-heitið í snartalvi, var suðuri í Saudi Arabia telvað um heimsmeistaraheitið í somu kappingargrein.

Her vann norski heimsmeistarin Magnus Carlsen í stórum stíli. Magnus fekk 16 stig av 21 møguligum. Javnir á øðrum plássi við 14½ stigum vóru Sergej Karjakin úr Russlandi og Vishwanathan Anand úr India - júst teir báðir, sum Magnus hevur vunnið HM-finaludystirnar í vanligum talvi ímóti.

Innsent av Talvsamband Føroya