Myndin er frá Hugnacup 2017.

Helgi Dam Ziska nøgdur við Hugnacup



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Hanus Samró

10.07.2017 - 17:21

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

Fríggjakvøldið 7. juli skipaði stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, fyri "Hugnacup". Út við 30 telvarar luttóku. Tiltakið var fyri hugnatelvarar, ið ikki hava nakra rating, men bert telva fyri stuttleikarar.

-Nú var hetta fyrstu ferð, at vit royndu eina tílíka hugnakapping, so tað var ilt at vita, hvat man kundi vænta sær av luttøkum, sigur Helgi Dam Ziska, fyriskipari.

- Ikki minst tí, at tiltakið var ætlað byrjarum/hugnatelvarum og ikki vanliga telvaraskaranum. Men luttøkan var væl yvir væntað, og eg haldi, at fólk hugnaðu sær, so eg eri sera væl nøgdur, sigur Helgi Dam Ziska at enda.

Vinnarin av kappingini gjørdist Niels Andreasen, sum vann á Ára Dahl Olsen í finaluni.