Mynd: HSF

Helgi Hoydal: Glaður fyri tað eina stigi

Sverri Egholm

10.01.2015 - 05:26

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

U21 hondbóltslandsliðið er í løtuni í Nea Kios í Grikkalandi, har teir skulu leika tveir HM-undandystir. Í kvøld var fyrsti dysturin á skránni og hann var móti Grikkalandi.

Endaliga úrslitið gjørdist javnleikur 21-21 og tað má sigast at vera eitt gott úrslit fyri Føroyar.

Portalurin hevur spurt Helga Hoydal, sum spælir á U21, hvat hann helt um dystin í kvøld:

- Dysturin byrjaði við tveimum góðum verjum, og hetta vísti seg at halda gjøgnum allan dystin. Vit løgdu út við at verja 6-0 sum er óvanligt fyri okkum. Vit hava vant nógv 3-2-1 verju, tí at vit eru vanliga minni í stødd enn hinir, og tí kann tað hugsast løgið at verja 6-0, tó vóru vit konstant stoytandi út á teirra skjúttar, og gjørdi tingini á okkara premissum, sigur Helgi.

Hann vísir á, at verja gekk framúr og Niklas Simonsen stóð ein branddyst í málinum og at hetta var við til at leggja lunnar undir tætta dystin.

- Álopið gekk verri enn ætlað. Vit høvdu ringt við at spæla okkum ígjøgnum til góðar møguleikar, og gjørdi ov nógvar tekniskar villur. Teir stóðu í einari flatari 6-0 verju, og skjúttarnir hjá okkum høvdu tað ringt við at skjóta upp um teir. Tá vit fingu ferð á, og fingu flutt ta grisku verjuna komu møguleikarnir. Vit vóru aftanfyri nakrar ferðir við 2-3 málum, men her tóku serliga Kjartan og Julian ábyrgd og smekkaðu nakrar bóltar inn.

Endin bleiv heldur rótutur. Nógvar útvísingar gjørdu at okkara spæl ikki koyrdi so flótandi sum vit kundu hugsa okkum. Men vit kláraðu tó at trekkja ferðina eitt sindur niður, og hetta vóru grikkar ikki glaðir fyri. Teir vóru ótolnir og vildu framm at skora beinanvegin. Vit halda høvdi kalt og fáa tað eina stigi burturúr dystinum. Soleiðis sigur Helgi Hildarson Hoydal, sum var við í dystinum í dag og sum eisini skoraði tað síðsta málið í dystinum.

Hann er tó argur yvir at teir ikki kláraðu at hála sigurin heim.

- Hóast at úrslitið eisini kundi koppa á, til teirra fyrimun, eri eg argur yvir at vit ikki vunnu. Tó eri eg glaður fyri dystin, og tað eina stigi. Moralurin er framúrskarandi, og vit føla at allir góvu alt fyri at gera handan dystin so góðan, sum hann bleiv fyri okkum. Vit eru allir sera stoltir av at umboða hondbóltsføroyar, sigur Helgi Hildarson Hoydal at enda.

U21 landsliðið skal aftur á vøllin í morgin, tá teir møta Serbia klokkan 17 føroyska tíð.