Savnsmynd: kvf.fo

Helgi: - Kaj Leo kann so sanniliga sláa nevan í borðið

Snorri Brend

28.08.2014 - 21:13

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

Løgmaður fyllir 50 ár: - Eg hoyri onkuntíð fólk siga, at Kaj Leo er ein veikur leiðari, sum verður stýrdur av øðrum. Men vit sum kenna hann ”aftanfyri kulissurnar” vita, at hann kann sanniliga eisini ”sláa nevan í borðið”, tá tað er tiltrongt.


Tað sigur tingmaðurin Helgi Abrahmsen í síni føðingardagskvøðu til løgmann okkara, Kaj Leo Holm Johannesen, sum í dag verður fimmti ára gamal.


Les her: Hetta er Kaj Leo

Teir báðir hava verið saman í mongum politiskum samrøðum og orrustum, og hava als ikki altíð verið samdir um øll mál.

Hóast hetta er Helgi sannførdur um, at Føroyar hava ein góðan mann á ovastu politiska sessinum.

- Tað er lætt at arbeiða saman við Kaj Leo, tí tú veitst altíð hvar tú hevur hann, sigur Helgi Abrahamsen.


AVGJØRDAR MEININGAR
Helgi Abrahamsen leggur dent á, at øll sum kenna Kaj Leo munnu vera samd um, at hann er ein sera dámligur persónur.

- Kaj Leo hevur eitt lætt sinnalag. Um tú onkuntíð ert ósamdur við hann - nakað sum ofta hendir í politikki, so veitst tú, at tá fundurin er liðugur, so er hann framvegis tín vinur.

- Hann hevur haraftrat tann góða eginleikan, at hann er als ikki illmintur.

Í heilsan síni vísir Helgi á, at júst hetta kann í ávísum førum verða skeivt fatað. Tí eftir hansara fatan er Kaj Leo ein góður leiðari, sum hevur sínar avgjørdu meiningar.

- Jú, hann hevur sínar avgjørdu meiningar, men sigur tingini á røttum staði. Tí er tað lætt at arbeiða saman við honum, sigur floksfelagi hansara.

Kaj Leo hevur ikki bert sínar avgjørdu meiningar. Hann er eisini ein sera góður taktikkari.



TAKTIKKARI
Helgi hevur sjálvur lagt til merkis, at Kaj Leo er ein betri taktikkari, enn mong – bæði hann og onnur - meta hann vera.

Hetta vísti seg ikki minst, tá hann gjørdist løgmaður. Tá tók hann veruliga øll á bóli.

Helgi Abrahamsen lýsir tað soleiðis:

- Tvær vikur áðrenn hann gjørdist løgmaður, kom hann inn á skrivstovuna hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apoteki. Eg minnist, at eg segði við hann, at tað var ein trupulleiki fyri flokkin, at sjálvt okkara egnu veljarar ikki trúðu uppá, at hann nakrantíð kundi blíva løgmaður.

- Fáar dagar seinni sótu vit, púra óvæntað, til samgongusamráðingar. Og tað er ikki ov nógv sagt, at heldur ikki tá roknaði nakar við, at hann fór at gerast løgmaður.

- Ikki fyrr enn tann morgunin, tá samráðingarnar vóru lidnar, fingu vit í flokkinum at vita, at hann skuldi verða løgmaður, sigur Helgi Abrahmasen.

Og hann leggur aftrat:

- Í hesum stólinum hevur hann sitið líka síðani.

Helgi leggur at enda dent á, at Kaj Leo, at er ein rættiliga familjukærur persónur.

- Onkuntíð hava vit politikarar verið noyddir at víkja fyri fótbóltsdystum hjá synunum, sigur Helgi við einum brosi.