(Mynd: Estunlar.fo)

Helst einasta rundkoyring undir Atlantshavinum tekur skap

Sverri Egholm

09.12.2017 - 00:15

Tíðindi >

Nú byrjar rundkoyringin undir Saltnesgrynnuni í Eysturoyartunlinum at taka skap. Tað skrivar Eysturoyar- og Sandoyartunlar á sínari Facebook síðu.

Tunnilsfelagið skrivar, at hetta helst er einasta rundkoyring undir Atlantshavinum.

Í síðstu viku vóru samanlagt nú boraði 1.454 metrar á Hvítanesi og á Strondum eru 1.605 boraðir. Samanlagt gevur tað 3.059 metrar.

Á Hvítanesi hevur NCC í farnu eisini borað tann fyrsta, av í alt fimm, pumpubrunnum.

Eftir ætlan stendur tunnilin liðugur í 2020.