Børsen fyrr í dag (Mynd: tv2.dk)

Helst talan um 20 følsk fløgg

Ingi Samuelsen

29.07.2016 - 18:02

Tíðindi >

Helst er talan um eini 20 følsk fløgg, sum eru seld. Tað upplýsir Dahls Flagfabrik í Nørre Voldgade í Keypmannahavn, sum er upphavið til flagg-gøluna har ein bastardur av einum flaggi, sum danir hildu vera Merkið, varð vundið á stong á almennum stovnum, herundir við dómhúsið í Havn.

- Eg eri ræðuliga keddur um tað sum er hent. Fyri Børsen og hini støðini, sum hava fingin skeiv fløgg. Tað er pínligt fyri okkum, sigur Peter Østerbye, tekniskur leiðari á Dahls Flagfabrik fyri TV2.

Enn er ikki yvirlit yvir, hvussu nógvir stovnar hava flaggað við følskum flaggi frá Dahls Flagfabrik. Fløggini eru seymað á eini svenskari seymistovu, sum samstarvar við Dahls Flagfabrik.

Hann vil tó ikki klandra svensku seymistovuni.

- Tað er ongin orsøk til at siga, hvør seymistovan er. Ábyrgdin er okkara, og vit hava ikki eftirkannað tað, sigur Peter Østerbye.

Tá hann fekk boð um mistakið, fór hann inn á goymsluna hjá flaggfabrikkini fyri at kanna málið, og kundi staðfesta mistakið.

- Mistakið varð ikki fangað í okkara innaneftirliti. Vit hava nú tikið følsku fløggini úr goymsluni og bjóða okkum at senda nýggj fløgg til tey, sum hava fingið skeiva veiting so skjótt sum møguligt.

Sambært Peter Østerbye er talan um ein kassa við 20 fløggum, sum eru farin út. Herav hevur Børsen fingið 8, og flaggfabrikkin roynir nú at finna fram til hvar hini 12 eru endað, skrivar TV2.

Dahls Flagfabrik kann tó ikki útihýsa, at talan kann vera um fleiri følsk fløgg, sum eru send út.

Vit kunnu so staðfesta, at dómhúsið í Føroyum hevur fingið minst eitt. Eitt bastard-Merki er eisini sætt á Københavns universitet í dag umframt tey átta í torninum á Børsen.