Siem Sapphire. Mynd: Jógvan H. Gardar

Helvtin av flotanum lagdur, ongin misti arbeiði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jógvan Hugo Gardar

27.04.2017 - 17:19

Oljan >

Siem Offshore valdi at bjóða starvsfólkunum eitt sokallaða 1:2-skifti, tá oljukreppan av álvara rakti veitingarflotan. 1:2 skifti merkir at ein er umborð eitt vaktarskift, og heima tvey vaktarskiftir. Hetta bleiv gjørt fyri at tryggja at reiðaríið kundi halda fast í teimum norðurlendsku sjófólkunum sum silgdu við reiðarinum.

Avtalan bleiv undirskrivað í 2015. Nú er avtalan farin úr gildi og fleiri batar eru komnir í vinnu aftur, og reiðariið umhugsar at seta fleiri, skrivar Sysla.

Idar Hillersøy sigur við Sysla at fimm av tíggju akkersskipunum hjá reiðarínum blivu løgd, men eingin bleiv uppsagdur.

Fríggjadagin kundi Siem Offshore almannakunngera at tey hava fingið átta nýggjar avtalur. Hetta merkir at skipini sum hava ligið, nú aftur koma í vinnu.

Samstundis eru seinastu avtalurnar um 1:2-vaktarskipanina farnar úr gildi, og vent er aftur til 1:1-skifti. Tað vil siga at manningin er líka langt tiðarskeið umborð, sum tey eru heima.