Henda ferjan siglir 107 km/t



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

06.10.2013 - 13:34

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Argentinski forsetin, Christina Fernandez de Kirchner varð gumma, tá ferjan varð navngivin Fransisco eftir Frans páva.


Snarferjan, sum er 99 metrar long, er fyrsta stóra skjóttgangandi tvíbrennievnisferja, ið brúkar LNG gass sum høvuðsbrennievni. Talan er um eina sonevnda ro-ro ferju.

Saman við argentinska forsetanum, Christina Fernandez de Kirchner, var eisini forsetin í Uruguay, Jose Mujica, við til stóra hátíðarhaldið í Buenos Ayres mánakvøldið, og forsetarnir báðir kliptu í felag snórin, meðan 1.500 innbodnir gestir hugdu at.

Fransisco er heimsins fyrsta av sínum slagi, og ferjan er eisini heimsins skjótasta skip. Hon hevur nátt upp á 58,1 míla ferð (107,6 km/t). Einstakir spitbátar sigla skjótari og eisini nøkur herskip, men einki far, ið kann flyta 1000 ferðafólk og 150 bilar.

Ferjan er bygd á Tasmania og er ein tvíkilja.


(Kelda: netavisin.fo)




beint nú