(Mynd: EPA)

Hennara Hátign takkar føroyska fólkinum

Ari av Rana

17.05.2018 - 15:21

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

Kongshúsið hevur sent Ríkisumboðnum bræv við tøkk til tað føroyska fólkið fyri samkensluheilsanirnar í sambandi við andlátið av Hendriki Prinsi.

Í brævinum verður sagt, at Hendes Majestæt Dronningen sender sin dybtfølte tak for den smukke kondolencebog fra det færøske folk, som Dronningen har modtaget i anledningen af Prins Henriks død.

Henrik prinsur doyði stillisliga 13. februar í ár á Fredensborg slotti, umgirdur av konu síni, Margretu, og synunum Frederik og Joachim.