Henrietta møtti yvirmaktini

Ingi Samuelsen

30.06.2017 - 13:39

Ítróttur > Ítróttur > Borðtennis

Tað var ikki nógv at gera hjá Henriettu Nielsen, tá hon í einmansleiki spældi móti Marina Donner úr Álandi.

Onkur legði skemtiliga fyri, at tað var einki at siga til, tí hon spældi móti tveimum... Tað er nevniliga týðuligt, at Marina Donner er við barn, men tað darvaði henni ikki í at vinna eitt trygt gullheiðursmerki í borðtennis.

Henrietta vann annars fyrsta settið 11-7. Men síðan tók Donner yvir, og vann næstu settini 3-11, 3-11, 5-11 og 4-11.