Mynd: Vesseltracker.com

Henriette fór undir annað flagg í desember



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

10.01.2017 - 15:32

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Sjóvinna

Fyri løtu síðani skrivaðu vit her á Portalinum um manningina á farmaskipinum Henriette, sum ikki hevur fingið hýru síðan november.

Vit skrivaðu, at talan var um skip undir føroysku altjóða skipaskrásetingini, FAS. So er ikki. Sjóvinnustýrið upplýsir, at norsku eigararnir av skipinum 12. desember 2016 tóku skipið av føroysku skrásetingini, og skrásettu tað ístaðin í Dominika.

Dominika er lítið oyggjaland við gott 70.000 íbúgvum, millum smáu Antilloyggjarnar í Karibia. Tað verður ofta blandað við Dominikanska Lýveldið, men talan er um tvær ymsar tjóðir.