Savnsmynd (Mynd: Hjalmar Zachariassen)

Henrik Old: Samgongan má taka støðu

Sverri Egholm

17.02.2018 - 07:35

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Um eg fái at vita frá samgonguni at hon hevur funnið eitt felasstev. So er ikki nógv annað hjá mær at gera enn at byrja uppá tað.

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, við Kringvarpið, um tunlarnar norður um Fjall.

Hann skilir væl, at kommunurnar og fólkið har norði ynskja at framskunda nýggju tunlarnar, men ein fíggingarleiðstur má finnast, tí talan er um nógvar pengar.

- Um tekur avgerð um at tunlarnir norður um fjall skulu gera samstundis, so má ein leiðstur at fíggja verkætlanina uppá finnast, sigur Henrik Old.

Tí næstu árini skulu Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin hava 50 milliónir um ári, samstundis sum tunlarnir norður um Fjall skulu hava 70 milliónir um ári, verður avgerð tikin um at framskunda verkætlanina.

Hetta er nakað væl meira enn tað, landsstýrismaðurin hevur at ráða yvir í dag.

Hann sigur, at samgongan má taka støðu til tunlarnar norður um Fjall.

- Tað hevur ikki gingið væl higartil at fingið pengar til nakað. Eg ætlaði at seta arbeiði í gongd at bora tunlar til smærru bygdirnar, og har hava 7 milliónirnar staðið, og tað hava vit trupult at koma í gongd við, sigur Henrik Old við Kringvarpið.

- So veit eg ikki um lagið verður betri á fólki nú, sigur hann.

Arbeiðið at gera arbeiðsveg til Hvalbiartunnilin verður boðið út í mars, og eftir ætlan verður byrjað at bora í 2019, segði Henrik Old við Portalin fyrr í mánaðinum.

Les eisini: Góðtrúgvin fremst í røðini í 20 ár