(Mynd: EPA)

Henrik prinsur deyður, 83 ár

Ingi Samuelsen

14.02.2018 - 06:30

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

Henrik prinsur av Danmark doyði í gjárkvøldið. Prinsurin doyði stillisliga, sovandi í gjárkvøldið klokkan 23.18 danska tíð á Fredensborg slotti umgirdur av konu síni, Margretu, og synunum Frederik og Joachim, boðar kongshúsið frá.

Henrik var í gjár fluttur av Ríkissjúkrahúsinum til Fredensborg Slot fyri at vera har sína seinastu tíð. Slottið hevur í stóran mun verið ramman um samveruna hjá kongsfamiljuni, skrivar dr.dk.

Tá Kongshúsið kunngjørdi, at heilstustøðan hjá prinsinum var versnað, gjørdi Fríðrik krúnprinsur av, at støðga ferð sína í Suðurkorea og venda heim. Hann var í Suðurkorea í sambandi við vetrarolympisku leikirnar.

Um vikuskiftið hava drotningin, synir hennara, verdøtur og abbabørn vitjað Henrik prins á sjúkrahúsinum. Eisini hevur yngra systirin, Catherine de Monpezat, verið í Danmark fyri at vitja prinsin.

Drotningin, børn og øll barnabørnini náddu eisini at síggja Henrik prins á Fredensborg slotti í gjár.

Kongshúsið boðaði 28. januar frá, at Henrik prinsur varð innlagdur á sjúkrahús, eftir at hann í skundi var komin heim úr Egyptalandi, har hann hevði verið síðan byrjanina av árinum. 2. februar boðaði Kongshúsið frá, at prinsurin lá á lungnaskurðdeildini á Ríkissjúkrahúsinum, tí at ein knykil var staðfestur í vinstra lunga.

Knykilin vísti seg at vera góðkynjaður, men prinsurin gjørdist ongantíð frískur aftur.