Anders Fogh Rasmussen (Mynd: EPA)

- Henrik prinsur hevið rætt í kritikki av tittul

Ari av Rana

14.02.2018 - 14:16

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, sigur, at hann skilur hví Henrik prinsur helt fast í sínari sannføring í so nógv ár.

Henrik prinsur vísti fleiri ferðir sína ónøgd við, at hann átti tittulin“Hans Højhed” og ikki “Hans Majestæt”. Og nú sigur fyrrverandi forsætisráðharrin, at hóast tað kann virka sum ein mótsøgn, at ein maður í hansara støðu gjørdi tað, so hevði hann í høvuðsheitum rætt.

- Fyri hann var tað ein spurningur um grundsjónarmið: Konan hjá einum kongi er ein drotning og ein “majestæt”. Hví er tað sama ikki galdandi fyri manninum hjá eini drotning ? Men tað er ein torskildur grundlógarspurningur, skrivar Anders Fohg Rasmussen á Facebook.

Anders Fogh Rasmussen slær fast at hann heldur, at maðurin hjá eini drotning eigur at kallas “Hans Majestæt” heldur enn “Hans Højhed”.

Hann nevnir, at drotning Ingrid í síni tíð kundi havt tittulin sum ríkisstjóri (um kongurin var sjúkur ella uttanlands), tí at hon eisini hevði tittulin “Hendes Majestæt”. Sami tittul, sum krúnprinsessa Mary fer at fáa.

Men tá tað er maðurin hjá ríkisstjóranum, er tittulin “Hans Højhed”. Hetta heldur Anders Fogh Rasmussen eigur at verða broytt.

- Eg haldi, at tíðin er komin til at finna eina loysn hesum viðvíkjandi, so at tað verður fullkomið javnrættindi millum kynini, sigur Anders Fogh Rasmussen.

Hann viðurkennir tó, at tað løgfrøðiliga verður torført.