(Savnsmynd)

Henrik útskrivaður - støðan framvegis álvarslig

Ingi Samuelsen

13.02.2018 - 12:38

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

Henrik prinsur er fluttur av Ríkissjúkrahúsinum til Fredensborg, har hann ynskir at vera sína seinastu tíð.

Tað upplýsir kongshúsið í einum boðum í dag.

Henrik hevur ligið á Ríkissjúkrahúsinum síðan 28. januar og fríggdagin boðaði kongshúsið frá, at støðan hjá honum varð ”álvarsliga versnað”.

Síðan hevur bæði Margreta trodning, krúnprinsahjúnini, Joachim prinsur, Marie prinsessa og øll abbabørnini vitjað Henrik á sjúkrahúsinum.

Hann gjørdist sjúkur meðan hann var staddur á einum frítíðarstað í Egyptalandi. 2. februar hoyrdist, at hann varð kannaður fyri ein svull í vinstra lunga. Svullurin vísti seg at vera góðkynjaður, og síðan er hann viðgjørdur fyri smittu í lungunum.

Tá kongshúsið sigur, at støðan hjá prinsinum framvegis er álvarslig, og hann nú verður útskrivaður, má takast sum tekn um, at læknarnir hava uppgivið at viðgera hann.