Savnsmynd

Heppin dani vann 148 mió í lotto



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

11.11.2017 - 11:12

Mentan > Danmark

Ein heppin dani vann Eurojackpot hesa vikuna. Vinningurin ljóðar á heili 148 milliónir krónur. Vinningurin er næst størsti lottovinningur nakrantíð í Danmark, boðar Danske Spil frá í tíðindaskrivi.

Hepni vinnarin hevur enn ikki latið hoyrt frá sær.

Vinnaraseðilin varð keyptur í einum Spar handli í Skallerup tætt við Hjørring.

Vinningurin á 148.183.435 krónur er næst størsti lottovinningur nakrantíð í Danmark. Størsti vinningurin varð vunnin í 2015, og ljóðaði á heilar 315 milliónir krónur.