Mikkel Hansen er valdur til besta vinstra bakk í EM. Danska hondbóltssambandið hevur tó fingið eina bót uppá 30.000 krónur, har EHF ákærur Mikkel Hansen fyri sín atburð í hálvleikinum ímóti Svøríki.

Her er All Star-liðið

Agnar Frederiksen

28.01.2018 - 21:55

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Spania hevur fyri løtu síðani lyft EM-skálina eftir at hava vunnið 29-23 á Svøríki í finaluni.

Tveir av leikarunum hjá Spania eru eisini valdur til All Star-liðið, sum EHF hevur sett saman:

Málverji: Vincent Gerard (Frakland)
Vinstri vongur: Manuel Strlek (Kroatia)
Vinstri bakkur: Mikkel Hansen (Danmark)
Spælskipari: Sander Sagosen(Norra)
Høgri bakkur: Alex Dujshebaev (Spania)
Høgri vongur: Ferran Sole (Spania)
Strikuspælari: Jesper Nielsen (Sverige)
Besti verjuleikari: Jakov Gojun (Kroatia)
Mest virðismikli leikari (MVP): Jim Gottfridsson(Svøríki)

Einasti danski leikarin á liðnum, Mikkel Hansen, er komin í andglettin í kvøld, eftir at tað er vorðið greitt, at Danmark hevur fingið eina bót uppá 4000 evrir(umleið 30.000 krónur). EHF førir fram, at í hálvleikinum í hálvfinaluni ímóti Svøríki eru danir komnir í orðadrátt við officials, tí at teir ikki sluppu at ganga til skiftingarúmið ein ávísan veg. Mikkel Hansen er so ákærdur fyri at hava rópt eftir, og skumpað ein av hesum persónunum frá evropeisku hondbóltssamgonguni.

Hetta vísir Mikkel Hansen staðiliga aftur, og umboð frá danska hondbóltssambandinum eru sera ónøgdir við bótina, ið teir kalla láturliga, og sum teir eru vísir ið byggjur á falskar ákærur. DHF hevur longu kært bótina, og hava givið sína útlegging av hendingini.

Til samanlíkning fekk venajrin hjá Kroatia, Lino Cervar, 2000 evrir í bót fyri at hava traðkað út á vøllin og tikið í ein leikara hjá Hvítarusslandi og verið við at forðað honum í einari avgerandi støðu ímóti endanum av dystinum.