Forsetin í UEFA, Aleksander Ceferin, við UEFA Nations League - steypinum til lutakastið í morgun. (Mynd: EPA)

Her er eitt yvirlit yvir allar bólkarnar

Agnar Frederiksen

24.01.2018 - 12:09

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrsta lutakstið nakrantíð til Nations League er av. Lutakastið hevur fyri løut síðani verið í Lausanne í Sveis. 

Føroyar fingu ein rímiligan bólk í League D, men skulu tvær langar ferðir til Eystur Evropa at spæla ímóti Kosovo og Kasakhstan. Kosovo var sterkasta liðið í lægsta styrkisbólki. Føroyar komu eisini í bólk við Malta.

Danir eru Í League B, og har fingu teir eitt gott lutakast. Danmark skal tveir stuttar túrar til bretsku londini, at spæla ímóti Írland og Wales.

Ísland er í sterkastu deildini. Har skal Ísland møta Belgia og Sveis. Í deild A eru sum verða man nógvir sterkir bólkar, ið síggja sera spennandi út á pappírinum.

Í sterkastu deildunum(A og B) eru 12 lið, í League C eru 15 lið(ein bólkur við trimum liðum), og í okkara deild eru 16 lið.

Nations League fer av bakkastokki í september. Liðini spæla úti og heima ímóti hvør ørðum. Vinnarin í hvørjum bólki fer víðari til hálvfinalur(endaspæl) í sínari deild. Umframt hetta flyta bólkavinnararnr upp til hægri deild í til næstu frð kappingin er. Niðasta liðið úr hvørjum bólki flytur niður. 

Liðini standa eftir raðfylgju hvussu tey vórðu trekt. Liðini í niðasta styrkisbólki standa tí ovast í øllum bólkunum.

League D:

Bólkur 1
Andorra
Kasaksthan
Lettland
Georgia

Bòlkur 2
San Marino
Moldova
Luksemborg
Hvítarussland

Bólkur 3
Kosovo
Malta
Føroyar
Aserbaijan


Bólkur 4:
Gibraltar
Lichtinstein
Armenia
Makedonia


League C:

Bólkur 1:
Ísrael
Albania
Scotland

Bólkur 2: 
Estland
Finnland
Grikkaland
Ungarn

Bólkur 3: 

Kýpros
Bulgaria
Norra
Slovenia 

Bólkur 4: 

Litava
Montenegro
Serbia
Romenia


League B:

Bólkur 1:
Kekkia
Ukraina
Slovakia

Bólkur 2:
Turkaland
Svøríki
Russland

Bólkur 3:
Norður Írland
Bosnia
Eysturríki

Bólkur 4:
Danmark
Írland
Wales


League A:

Bólkur 1:
Holland
Frakland
Týskland

Bólkur 2:
Ísland
Sveis
Belgia

Bólkur 3:
Pólland
Italia
Portugal

Bólkur 4:
Kroatia
Ongland
Spania