Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Leygarkvøldið 12. mai verður Eurovision Song Contest 2018.
43 lond luttaka, og favorittsangurin hjá veddingarfyritøkunum at vinna í ár er sangurin hjá Ísrael - "Toy", sum songkvinnan Netta syngur.
Nummar 2 á listanum at vinna er Norra. Fyri tveimum mánaðum síðani var sangurin hjá norska Alexander Rybak nummar 22 á listanum hjá veddingarfyritøkunum, men nú er hann brádliga vorðin nummar 2 aftanfyri ísraelska sangin.
Vinnur Alexander Rybak í ár, verður hann tann næsti í Eurovision søguni, ið vinnur altjóða kappingina meira enn eina ferð. Írski Johnny Logan er einasti luttakarin, ið hevur megnað hetta áður.
Bæði Norra og Danmark eru við í seinnu hálvfinaluni hóskvøldið 10. mai. Fyrsta hálvfinala verður longu týskvøldið 8. mai, og stóra finalan verður hildin leygardagin 12. mai.
Hoyr favorittsangin omanfyri